|
|
Um spælið |
Spælireglur
1. Kaupthing Bank hevur ábyrgdina av spælinum.
2. Øll sum hava áhuga í spælinum kunnu luttaka.
3. Byrjunarupphæddin hjá øllum er kr. 1.000.000, sum eru óveruligar (fiktivar). Fyri at kunna gerast gildugur vinnari av Íløguspælinum, skal brúkarin hava luttikið virkið í spælinum. Tað merkir, at brúkarin skal hava framt í mista lagi 10 handlar í spælitíðarskeiðnum.
4. Ein persónur hevur bert loyvi at skráseta seg eina ferð. Kaupthing tilskilar sær rætt at strika ein spælara, sum hevur skrásett seg fleiri ferðir.
5. Kaupthing Bank tilskilar sær rætt at strika ein spælara, um illgruni er um, at spælarin hevur snýtt – til dømis um spælarin hevur "inside" vitan um marknaðin, ella um spælarin hevur vitan framíhjá um marknaðin.
6. Partabrøv, sum til ber at keypa og selja, eru norðurlensk partabrøv, sum eru skrásett á OMX.
7. Handilskostnaðurin fyri hvørja sølu og hvørt keyp er kr. 300.
8. Tað er bert møguligt at keypa og selja partabrøv á keypskálum, meðan hesir hava opið. Tá keypskálar eru stongdir ber til at leggja ordrar inn.
9. Allir kursir verða dagførdir við 15 minutta seinking. Handlar koma í bíðistøðu í 20 minuttir, áðrenn teir verða avgreiddir. Hetta er eisini galdandi fyri handlar við kursynski.
10. Spælið er virkið fram til 11. januar 2008. Tann 14. januar 2008 verða nummar eitt, tvey og trý funnin í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har vinningarnir verða latnir.
11. Um fleiri brúkarar eru javnir, tá spælið er liðugt, verður vinnarin funnin við lutakasti.
12. Seinasta freist at melda seg til Íløguspælið er fríggjakvøldið 5. oktober 2007 kl. 23.59.
13. Fyrispurningar kunnu bert sendast umvegis heimasíðuna hjá Íløguspælinum undir "Samband".
14. Ein brúkari kann í mesta lagi gera 10 handlar um dagin.
| Marknaður |
Upplatingartíð |
Afturlatingartíð |
| Keypmannahavn |
08:15 |
16:15 |
| Stockholm |
08:15 |
16:45 |
| Helsinki |
08:15 |
16:45 |
| Reykjavík |
10.15 |
16:38 |
|
|   |
Leikari |
Ogn |
| 1 |
navijoe |
3.596.843 |
| 2 |
Raggyboy |
1.645.240 |
| 3 |
Stavnur |
1.610.009 |
| 4 |
TNT |
1.538.903 |
| 5 |
Marin |
1.448.658 |
| 6 |
Albin |
1.436.747 |
| 7 |
Tupelo |
1.435.604 |
| 8 |
RHOLSEN |
1.360.972 |
| 9 |
Liz |
1.359.468 |
| 10 |
HH |
1.358.323 |
|
|
|
|
|
|